Privat / GELPRENT Verkstova

ROYNDAR VERKSTOVA

Á ATELIERINUM Í HOYVÍK

Privat GELPRENT VERKSTOVA

Verkstovan er ætlað byrjarum og royndum.


Á verkstovuni arbeiða vit í 2 tímar við at gelprenta. Vit taka mynstur og formar úr m.a. gerðandislutum, hondarbeiðstilfari og náttúruni inn í myndevnini.

Alt stendur klárt til tín tá ið tú møtir so sum amboð, plátur, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír og 6 hágóðsku prentørk.

Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.

Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.

Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum og luttakarin kann eisini hava ynski til arbeistilgongdina ella arbeiða sjálvstøðugt.

Ver í arbeiðsklæðum.

Tíðspunkt

Vit samráðast um tíðspunkt.

Stað

Atelierið

Ovaragøta 48 kj.

188 Hoyvík

Kostnaður

2 pers: 1.600,-

3 pers: 2.200,-

4 pers 2.600,-