HÁPRENT Verkstova á atelierinum Juni´24

TILMELDA VERKSTOVU


Mánadag 17. juni. frá kl 14.00 til 16.00 / 450,- / "5 PLÁSS TØKT"
"Eg ynski at fáa boð um so er at nýggjar verkstovur koma á skránna"
 
 
 
 
 
 

HÁPRENT Verkstova


Á verkstovuni arbeiða vit við háprenti. Vit skera í ymiskt tilfar, so sum Linolium, Speedy-carve og Soft-cut.

Vit royna pressuteknikkir við pressu, B-pressu og baren.


Alt stendur klárt til tykkum tá ið tit møta so sum amboð, plátur, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír og 6 hágóðsku prentørk.


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.


Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.


Ver í arbeiðsklæðum.


Kostnaður

2T / 450,-

Stað

Atelierið

Ovaragøta 48 kj.

188 Hoyvík