HEIMA Verkstova "BLÓMUPRENT" v/Edith Mørkøre
 
 
 
Eg ynski at heinta útgerðina á Ovarugøtu 48.kj eftir avtalu og gjalda kontant ella við korti 💳.
Eg ynski at fáa rokning senda við telduposti og útgerðina senda til mín bústað. / 📦 (🇫🇴 60,- kr) (🇩🇰 180,- kr)
 
 
 
 

TILMELDA VERKSTOVU

HEIMA Verkstova  "BLÓMUPRENT"

Undirvísari: Edith Mørkøre


"Tilfar verður sent heim til luttakarar og vegleiðingin/undirvísingin fer fram á Facebookbólki.

Tú kanst luttaka tá tú vilt, har tú vilt og so ofta tú vilt.


Tit arbeiða vit við at prenta blómur og vøkstur, sum tit sjálvi hava heintað.


Alt tilfar sum tit fáa sendandi heim at arbeiða við er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Eftir tilmelding fært tú útgerðina til dyrnar. Hendan útgerðin er tín ogn.


Síðani kemur tú inn í ein Facebook-undirvísingarbólk.

Á bólkinum fært tú undirvísing, sært filmsbrot, har Edith arbeiðir á atelierinum og tú luttekur við at fylgja hesum filmsbrotum stig fyri stig.


Inni á bólkinum hevur tú eisini møguleika at luttaka aktivt og at seta spurningar. Eisini er møgiligt hjá tykkum luttakarum at samskifta tykkara millum.

Kostnaður fyri útgerð og undirvísing

1.000,- kr.

Útgerð í Verkstovupakkanum:

1x GEL Printing plate 12,7x12,7cm

1x Pop-In Soft Rubber Roller 10,2cm

1x RED BARON BAREN 10,2cm

1x AKUA INTAGLIO INK. Diarylide Yellow

1x AKUA INTAGLIO INK. Carbon Black

1x AKUA INTAGLIO INK. Phthalo Blue

(Samlað virði á útgerð 1054,00 kr.)

Leinkja til undirvísingarbólkin:

"Ert tú ein av teimum sum longu hevur ogna tær útgerðina at blómuprenta við frá LITBRIGDI ? - Og kundi tú hugsa tær eisini at luttikið á HEIMA-Verkstovuni á Facebook?"

- SET TEG SO Í SAMBAND VIÐ LITBRIGDI OG HOYR NÆRRI UM HVAT OG HVUSSU.