
Eftir at hava rikið LITBRIGDI Inni á Gøtu og umvegis nethandilin í 7 ár havi eg nú lati fysiskan handil upp á Karlamagnusarbreyt 11.
Við hesum savna vit fleiri kreativar kreftir undir einum taki og bjóða vitjandi eina serliga uppliving, har tvær serstakar listagreinar renna saman.
Felagsskapurin við Karlamagnusarbreyt ger rúm fyri heilt nýggjum átøkum:
– "At flyta vørusøluna inn í Sóljuna Glaslist gevur okkum eitt fantastiskt synergi. Staðsetingin og flottu hølini geva okkum ein góðan sýnisglugga og karmar til at vísa okkara vøruúrval fram – umframt at hetta eisini gevur kundum íblástur til sjálvi at arbeiða skapandi.”
Eigarin av Sóljuni Glaslist, Ruth Heinesen, sum hevur rikið Føroya fyrsta virkna glasblásarí síðani 2018, gleðir seg eisini til flytingina:
– "Vit hava fermetrarnar og gløðandi handverkið, og tað verður fantastiskt og spennandi at fáa LITBRIGDI inn til okkum. Tað fer at skapa eitt dynamiskt umhvørvi, har gestirnir fáa eina serliga uppliving.”
Opið er á Karlamagnusarbreyt 11 gerðandisdagar frá kl 11.00 til 17.30 og leygardagar frá kl 10.00 til 14.00.
- Vilt tú hava persónliga rágeving frá Edith, so er at koma inn á gólvið mána. & týsdagar millum 11.00 og 14.00 ella mikudagar millum 11.00 og 17.30.
UM LITBRIGDI
Við jøvnum millumbili skipar LITBRIGDI fyri listarligum tiltøkum og skapandi verkstovum.
Verkstovurnar vera skipaðar við fastløgdum innihaldi og fara fram á atelierinum í Hoyvík og sum STØKK-UPP tiltøk ymsastaðni runt Føroyar.
Verkstovurnar verða tillagaðar støði hjá luttakarunum og alt tilfar, sum verður nýtt er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.
Lýst verður her á heimasíðuni og á Facebook so hvørt sum verkstovurnar vera skipaðar og tilmeldingin fer fram her á heimasíðuni.
Til ber hjá fólki at ogna sær alla útgerð og alt tifar sum LITBRIGDI umboðar. Handilin hevur opið á Karlamagnusarbreyt 11 gerðandisdagar frá 11.00 til 17.30 og leyhardagar frá 10.00 til 14.00. umframt at bílagjast kann her á heimasíðuni.
Edith Mørkøre eigur og rekur LITBRIGDI.
T I L M E L D A T Í Ð I N D I R
F R Á L I T B R I G D I
Copyright © All Rights Reserved