MÁLI Verkstova / Fyri UNG "10 til 15 ár"

MÁLI Verkstova / fyri UNG

Evni: Frukt

Undirvísari: Edith Mørkøre


Ert tú millum 10 og 15 ár og kundi tú hugsa tær at lært grundleggjandi, at lært at blanda litir og mála ein málning av eini frugt við hjálp av rimastriku háttinum.

So er henda verkstovan nakað fyri teg!


Á verkstovuni lærir tú:
* Grundleggjandi litlæru.
* At mála við Speedball akryl máling.
* At rokna og nýta rimastriku háttin í arbeiðinum.
* At arbeiða við ljósum og myrkum litbrøgdum fyri at fáa djúpd og dynamikk í málningin.


Alt stendur klárt til tín, tá ið tú møtir. So sum málipláta at mála á, penslar, máling, óavmarkað royndarpappír, kol, blýantar og amboð at rokna rimarnar út við.


Tað eru í mesta lagi 5 luttakarar á hvørjari verkstovu. ”So talan er hópin av ein/ein undirvísing".


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Verkstovan verður tillagaðar luttakarunum.


Sodavatn, kaffi/te, frugt og okkurt søtt fæst í steðginum.


Ver í arbeiðsklæðum.


Longd

2 tímar.


Kostnaður

400,- DDK


Stað

Atelierið

Ovaragøta 48.kj.

Hoyvík

(EYKA) Týsdagin 14. Februar frá kl 14.00 til 16.00 - "1 PLÁSS TØKT"
Mikudagin 15. Februar frá kl 15.00 til 17.00 - "FULLTEKNA"
Eg ynski at fáa boð tá ið nýggjar Verkstovur fyri UNG koma á skránna"
 
 
 
 
 
 

TILMELDA VERKSTOVU