GEL-Prent Verkstova "fyri UNG" (Mars´22)
Hósdagin 3. Mars frá kl 15.00 til 17.00 "UNG 10-15 ár" "FULLTEKNA""
"Eg ynski at fáa boð um so er at nýggjar tíðir koma á skránna"
 
 
 
 
 
 

GEL-Prent Verkstova "fyri UNG"


Á verkstovuni arbeiða ung millum 10 og 15 ár við monotypi og prenti við gelplátum.


Vit arbeiða stig fyri stig frá tí heilt einfalda til tað meiri krevjandi. Vit taka mynstur úr náttúruni, gerandisdegnum og ítrivsheiminum inn í myndaevnini. Vit styrkja um litvitan í verki og finna fram til litir í løgum, heldur enn at blanda fram litirnar. 


Øll amboð og alt tilfar, sum luttakararnir brúka í arbeiðinum á verkstovuni, standa klár frá byrjan tvs. plátur, amboð, svertur í fleiri litum og óavmarkað royndarpappír.


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.


Okkurt drekkandi og søtt afturvið fæst í steðginum.


Ver í arbeiðsklæðum.

Kostnaður

400,-

Stað

Atelierið

Ovaragøta 48 kj.

188 Hoyvík