VERKSTOVA til íblástur. "Fyri fólk sum arbeiði við børnum og ungum."

TILMELDA VERKSTOVU

Fríggjamorgunin 21. Apríl´23 frá kl 10.00 til 13.00
Týsdagin 25. Apríl´23 frá kl 14.00 til 17.00
"Eg ynski at fáa boð um so er at nýggjar tíðir koma á skránna"
"Vit eru ein stovnur og ynskja at bíleggja privata verkstovu fyri 4 luttakarar" (*Vit samráðast um eitt hóskandi tíðspunkt)
 
 
 
 
 
 

VERKSTOVA til íblástur.

"fyri stavsfólk, sum arbeiða við børnum og ungum".

 

Verkstovan er samansett av smærri framløgum og praktiskum arbeiði.

 

Vit arbeiða við gelplátum stig fyri stig - frá tí einfalda til tað meiri krevjandi.

Vit taka mynstur og skap, úr gerðandislutum, hondarbeiðstilfari, náttúruni og áhuganum hjá børnum og ungum, við inn í myndevnini.

Styrkt verður um vitanina um litir í verki og vit arbeiða við at finna fram til litir í løgum, heldur enn at blanda okkum fram litirnar. 

Umframt gelprent, koma vit eisini inn á háprent og klæðisprent, sum hóska væl í arbeiðinum við børnum og ungum.

Allir luttakarar fáa útflýggjað undirvísingartilfar frá Spedball.


Øll amboð og alt tilfar, sum vit brúka í arbeiðinum á verkstovuni, standa klár frá byrjan tvs. plátur, amboð, svertur í fleiri litum og óavmarkað royndarpappír.


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.


Ver í arbeiðsklæðum.


(Tilmelding er neyðug)


Longd

3 tímar.


Kostnaður

600,- DDK


Stað

Atelierið

Ovaragøta 48.kj.

Hoyvík