Privat / KLÆÐISPRENT Verkstova

ROYNDAR VERKSTOVA

Á ATELIERINUM Í HOYVÍK

Privat KLÆÐISPRENT VERKSTOVA

Verkstovan er ætlað byrjarum og royndum.


Á verkstovuni arbeiða vit í 3 tímar við háprent á klæði. Vit skera Speedy-carve blokkar og prenta við "Speedball Fabric" og "Caligo Safe Wash" Relief svertum.

Alt stendur klárt til tín, tá tú møtir so sum amboð, plátur, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír, klæði og taskur at prenta á.

Vit royna pressuteknikkir við hond og baren.

Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.

Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.

Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum og luttakarin kann eisini hava ynski til arbeistilgongdina ella arbeiða sjálvstøðugt.

*Lutakarirnir kunnu eisini hava klæði við sum tey ynkskja at prenta á.

Ver í arbeiðsklæðum.

Tíðspunkt

Vit samráðast um tíðspunkt.

Stað

Atelierið

Ovaragøta 48 kj.

188 Hoyvík

Kostnaður

2 pers: 1.600,-

3 pers: 2.200,-

4 pers 2.600,-