TEKNI Verkstova / "Andlitsmynd og andlitsskap" (August´21)
Hósmorgun 10. Juni frá kl 10.00 til 14.00 (Vaksin 16ár+) / "🦠ÚTSETT🦠"👇
Hósmorgun 12. August frá kl 10.00 til 14.00 (Vaksin 16ár+) / "EINANS 1 PLÁSS TØKT"
 
 
 
 
 
 

TILMELDA VERKSTOVU


TEKNI Verkstova

Evni: Andlitsmynd og andlitsskap

Undirvísari: Pernille Mejslov


Dámar tær at tekna og hugsavna teg?

Ynskir tú at gerðast betur innan at "at rokna út" hvussu tú teknar eitt andlit frammanífrá, frá síðuni og har ímillum...?

Tørvar tær hugskot og amboð til tínar fríhendis andlitsmyndir?

So er hendan verkstovan nakað fyri teg!


Verkstovan er til tín við áhuga fyri tekning og sum ynskir at styrkja um at tekna andlitmyndir. Eisini gevur hendan verkstovan tær, sum tekst við grafikk ella við at mála, nýggj amboð at arbeiða víðari við í verkunum.


Verkstovan er samansett av stuttum framløgum, praktiskari tekning og hópin av frítekning.


Írokna kostnaðin er øll útgerðin, sum verður brúkt á verkstovuni, óavmarkað royndarprentpappír og 4 hágóðsku tekniørk.


Lættur frokostur, kaffi, te og okkurt søtt fæst í steðginum..


Til ber at keypa fleiri hágóðsku tekniørk á verkstovuni og at keypa tekniútgerð og tilfar aftaná.


Undirvísarin Pernille Mejslov hevur drúgvar royndir sum teknari. Talan er bæði um vinnuliga og listarliga tekning. Hon teknar m.a. tónleikarar og dansarar live við skjótum og einklum strikum.


Pláss er fyri 5 luttakarum á hvørjari verkstovu.


Ver í arbeiðsklæðum.


Prísur

800,-

Stað

Atelierið

Ovaragøta 48.kj.

Hoyvík