SERIGRAFI Verkstova í Fuglafirði / PRENTVIKUR´23

TILMELDA SERIGRAFI Verkstovu í Fuglafirði


Mikudagin 29. mars kl 10.00 til 14.00 "2 PLÁSS TØK"
"Eg ynski at fáa boð um so er at nýggjar tíðir koma á skránna"
 
 
 
 
 
 

SERIGRAFI Verkstova

Í Fuglafirði

"Verkstovan er ætlað óroyndum og byrjarum"


Á verkstovuni arbeiða vit í 4 tímar við serigrafi.

Vit gjøgnumganga ymiskar teknikkir við td. teknivesku og pappírsklippi. Vit prenta á bæði pappír og klæði.


Alt stendur klárt til luttakararnar tá ið teir møta so sum amboð, rammur, net, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír, 4 hágóðsku prentørk, klæði og klæðistaska.


"Tú ert vælkomin til at hava egið plagg ella klæði við til at prenta á"

"Tú ert eisini vælkomin til at hava egnar skitsir ella myndir við sum tú kundi hugsa tær at brúkt sum íblástur í tínum arbeiði." - (Hettar er tó ikki neyðugt...)


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi og er ogn luttakarans til at taka við sær til hús at arbeiða víðari við.


Verkstovan verður tillagað luttakarunum.


Kaffi, te og okkurt lætt afturvið fæst í steðginum.


Ver í arbeiðsklæðum

Kostnaður: 1.200,

"Írokna undirvísing ogn av tilfari og útgerð."

(1) 10"x14" Speedball Wooden Screen Frame

(1) Red BaronTM Squeegee

(1) 4oz. bottle of Drawing Fluid;

(1) 4oz. bottle of Screen Filler;

(1) 3.3oz. bottle of Speedball Diazo Photo Emulsion;

(1) bottle of Speedball Sensitizer;

(1) 4oz. bottle of Speedball Photo Emulsion Remover;

(1) 4oz. bottle of Speedball Speed CleanTM;

(1) Round Brush;

(1) Speedball Screen Printing Instruction Guide.

(4) High Quality paper

(1) Fabric bag

Stað

Ribarhús

í Støð 14

530 Fuglafjørður