MÁLI Verkstova / Fyri VAKSIN
Hósdagin 16. februar frá kl 11.00 til 14.00 "FULLTEKNA"
"Eg ynski at fáa boð um so er at nýggjar tíðir koma á skránna"
 
 
 
 
 
 

MÁLI Verkstova fyri VAKSIN

Fyri óroynd og roynd.

Evni: Fruktir

Undirvísari: Edith Mørkøre


Kundi tú hugsa tær at roynt okkurt nýtt 🎨?

Ynskir tú at gerðast betur til at blanda egnar litir?

Kundi tú hugsa tær at styrkt um tínar teknisku førleikar í samband við myndaevnir?

So er henda verkstovan nakað fyri teg!


Á verkstovuni lærir tú:
* Grundleggjandi litlæru.
* At mála við Speedball akryl máling.
* At rokna og nýta rimastriku háttin í arbeiðinum.
* At arbeiða við ljósum og myrkum litbrøgdum fyri at fáa djúpd og dynamikk í verkini.


Alt stendur klárt til tín, tá ið tú møtir. So sum málipláta at mála á, penslar, Speedball akryl máling, óavmarkað royndarpappír, kol, blýantar og amboð at rokna rimarnar út við.


Tað eru í mesta lagi 4 luttakarar á hvørjari verkstovu. ”So talan er hópin av ein/ein undirvísing".


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Verkstovan verður tillagað luttakarunum.


Kaffi/te, frugt og okkurt lætt til matn fæst í steðginum.


Ver í arbeiðsklæðum.


Longd

3 tímar.


Kostnaður

600,- DDK


Stað

Atelierið

Ovaragøta 48.kj.

Hoyvík

TILMELDA VERKSTOVU