Klæðis-HÁPRENT Verkstova í Fuglafirði / PRENTVIKUR´23

TILMELDA KÆÐISPRENT Verkstovu


 
 
 
 
 
 

Kostnaður


Morgunverkstova / fyri VAKSIN / 3 tímar: 600,-


Seinnapartsverkstova / fyri VAKSIN, UNG & Børn 7ár+ / 2

tímar: 400,-

(Børn undir 10 ár gjalda 200,- og luttaka saman við vaksnum.)

Stað

Ribarhús

í Støð 14

530 Fuglafjørður


Klæðis-HÁPRENT Verkstova

í Fuglafirði

"Verkstovan er ætlað byrjarum og royndum"


Á verkstovuni sum er í 🐣 Páskafrítíðini arbeiða vit við háprenti á klæði.

Vit skera Speedy-carve blokkar og prenta við Speedball Fabric svertum.


Alt stendur klárt til tín at arbeiða við, tá tú møtir so sum amboð, knívar, skurðtilfar, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír, klæði og berinet at prenta á.

Tú ert vælkomin at hava egið plagg ella t.d. gamalt seingjaklæði við at prenta á.


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Kaffi, te og okkurt lætt til matna fæst í steðginum.


Verkstovan verður tillagað luttakarunum.


Ver í arbeiðsklæðum.