DJÚPPRENT Verkstova v/Carborundum Gel.

TILMELDA VERKSTOVU

Mikudagin 24. mai frá kl 10.00 til 13.00 "4 PLÁSS TØK"
Eg ynski at fáa boð tá ið nýggjar tíðir vera ásettar.
 
 
 
 
 
 

Kostnaður

600,- DDK

Stað

Atelierið

Ovaragøta 48 kj.

188 Hoyvík

DJÚPPRENT Verkstova v/Carborundum Gel

Fyri óroynd og byrjarar.


Á verkstovuni arbeiða vit í 3 tímar við djúpprenti við Carborundum Gel.


Alt tað tú hevur brúk fyri stendur klárt til tín,  so sum amboð, plátur, gel-medium, mesh, squigy, prentsvertur, royndarprentpappír og 6 hágóðsku prentørk.


Vit arbeiða saman stig fyri stig og prenta við pressu og Pin-pressu.


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.


Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.


Ver í arbeiðsklæðum.