"Við Løkin" NÁTTÚRUPRENT Verkstova (Apríl´21)
Týsdagin 27. Apríl. frá kl 16.00 til 19.00. "FULLTEKNA"
Mikumorgun 28. Apríl. frá kl 10.00 til 13.00 "3 PLÁSS TØK"
Mikudagin 28. Apríl. frá kl 16.00 til 19.00. "1 PLÁSS TØKT"
 
 
 
 
 
 

TILMELDA Verkstovu:

"Við Løkin"

NÁTTÚRUPRENT Verkstova


Á verkstovuni arbeiða vit í 3 tímar við at náttúruprenta. Vit finna blómur, vøkstur og mynstur úti í náttúruvakra økinum Við Løkin og inntaka tað inn í prentarbeiði..


Vit arbeiða stig fyri stig frá tí einfalda til tað meira krevjandi.


Alt stendur klárt til tín tá ið tú møtir so sum amboð, plátur, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír og 6 hágóðsku prentørk.


Til ber at ogna sær fleir hágóðsku prentørk undir verkstovuni, eins og tað letur seg gerða at ogna sær útgerð og tilfar aftaná.


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.


Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.


Ver í arbeiðsklæðum.



Kostnaður

600,- DDK

Stað

Skúlin við Løkin "Handverk og list-stovan"