TEKNI Verkstova "Aftur til upprunan..." v/Pernille Mejslov (Sep´22)
Ongar tíðir ásettar í løtuni....
"Eg ynski at fáa boð um so er at nýggjar tíðir koma á skránna"
 
 
 
 
 
 

TILMELDA VERKSTOVU


TEKNI VERKSTOVA

Evni: "Aftur til upprunan..." 

Undirvísari: Pernille Mejslov


Dámar tær at tekna og hugsavna teg?

Tørvar tær íblástur og at víðka tínar tekniførleika?

Ynskir tú at finna teknigleðina av nýggjum?

So er hendan verkstovan nakað fyri teg!


Verkstovan er ætlað vaksnum, við áhuga fyri tekning og sum ynskja at royna at arbeiða við uppruna tekniútgerð frá Art Graf.

Vit tekna STÓRT og leita burtur frá avmarkingum, sum eitt A4 ark og vanligi tekniblíanturin geva. Vit venja at tekna ”dynamik” og lív í okkara tekningar og mikro-makri tekna við Graphite Putty klumpi og tekniútgerð.


Verkstovan verður samansett av stuttum framløgum, praktiskari tekning og hópin av frítekning. Vit tekna kroppar ”fólk, djór og hugflogsverur”. Kroppar, sum standa stillir og kroppar í rørslum.


Írokna kostnaðin er øll útgerðin, sum verður brúkt á verkstovuni, óavmarkað royndarprentpappír og 4 hágóðsku tekniørk.


Kaffi, te og lættur frokostur fæst í steðginum.


Til ber at keypa fleiri hágóðsku tekniørk á verkstovuni og at keypa tekniútgerð og tilfar aftaná.


Pernille Mejslov hevur drúgvar royndir sum teknari. Talan er bæði um vinnuliga og listarliga tekning. Hon teknar m.a. tónleikarar og dansarar live við skjótum og einklum strikum. Pernille hevur millum annað eisini teknað fyri Dimmalætting og Varðan í ár.


Pláss er fyri 5 luttakarum á hvørjari verkstovu.


Ver í arbeiðsklæðum.


Kostnaður

700,- DDK

Stað

Atelierið

Ovaragøta 48.kj.

Hoyvík