KLÆÐISPRENT

L I T B R I G D I

ROYNDAR VERKSTOVA

Á ATELIERINUM Í HOYVÍK

Privat KLÆÐISPRENT VERKSTOVA

Verkstovan er ætlað byrjarum og royndum.


Á verkstovuni arbeiða vit í 3 tímar við háprent á klæði. Vit skera Speedy-carve blokkar og prenta við "Caligo Safe Wash" Relief svertum.

Alt stendur klárt til tín, tá tú møtir so sum amboð, plátur, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír og klæði at prenta á.

Vit royna pressuteknikkir við skeið, baren og b-pressu.

Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.

Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.

Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum og luttakarin kann eisini hava ynski til arbeistilgongdina ella arbeiða sjálvstøðugt.

Ver í arbeiðsklæðum.

Tíðspunkt

Vit samráðast um tíðspunkt.

Stað

Atelierið

Ovaragøta 48 kj.

188 Hoyvík

Kostnaður

1 pers: 900,- DDK

2 pers: 1.400,-

3 pers: 1.900,-

4 pers 2.400,-