HÁPRENT

L I T B R I G D I

ROYNDAR VERKSTOVA

Á ATELIERINUM Í HOYVÍK

Privat HÁPRENT VERKSTOVA

Verkstovan er ætlað byrjarum og royndum.


Á verkstovuni arbeiða í 2 tímar við háprenti. Vit skera í ymiskt tilfar, so sum Linolium, Speedy-carve, Speedy-cut, Speedy-cuteasy.

Alt stendur klárt til tín tá ið tú møtir so sum amboð, plátur, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír og 6 hágóðsku prentørk.

Vit royna pressuteknikkir við pressu, baren og b-pressu.

Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.

Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.

Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum og luttakarin kann eisini hava ynski til arbeistilgongdina ella arbeiða sjálvstøðugt.

Ver í arbeiðsklæðum.

Tíðspunkt

Vit samráðast um tíðspunkt.

Stað

Atelierið

Ovaragøta 48 kj.

188 Hoyvík

Kostnaður

1 pers: 800,- DDK

2 pers: 1.100,-

3 pers: 1.300,-

4 pers 1.600,-