Á ATELIERINUM Í HOYVÍK
Privat DJÚPPRENT VERKSTOVA v/Carborundum Gel
Verkstovan er ætlað royndum.
Á verkstovuni arbeiða vit í 3 tímar við djúpprenti við Carborundum Gel.
Alt tað tú hevur brúk fyri stendur klárt til tín, so sum amboð, plátur, gel-medium, mesh, squigy, prentsvertur, royndarprentpappír og 6 hágóðsku prentørk.
Vit arbeiða saman stig fyri stig og prenta við Pin-pressu.
Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.
Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.
Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum og luttakarin kann eisini hava ynski til arbeistilgongdina ella arbeiða sjálvstøðugt.
Ver í arbeiðsklæðum.
Tíðspunkt
Vit samráðast um tíðspunkt.
Stað
Atelierið
Ovaragøta 48 kj.
188 Hoyvík
Kostnaður
1 pers: 900,- DDK
2 pers: 1.400,-
3 pers: 1.900,-
4 pers: 2.400,-
Copyright © All Rights Reserved