"STØKK-UPP" PRENTVIKUR Í FUGLAFIRÐI (Feb./Mar.´21)

L I T B R I G D I

TILMELDA VERKSTOVUR


Vika 7. GELPRENT Verkstova - 15. feb. kl16.00 til 19.00 / 600,- "8 pláss tøk"
Vika 8. HÁPRENT Verkstova - 22. feb. kl16.00 til 19.00 / 600,- "4 pláss tøk"
Vika 9. KLÆÐISPRENT Verkstova - 1. mar. kl16.00 til 20.00 / 800,- "7 pláss tøk"
VERKSTOVUPAKKI: HÁ-, GEL- og KLÆÐISPRENT Vika 7., 8. og 9. / 1600,-
 
 
 
 
 
 

Stað

Ribarhús

í Støð  14

530 Fuglafjørður


PRENTVIKUR í Fuglafirði

Vika 7. 8. og 9. 

12. feb. - 4. mar. ´21


Skráin er hendan:


Vika 7. 8. og 9. í Ribarhús Gallarínum

Framsýning við ymiskari grafikklist hjá Edith Mørkøre.

Frasmsýningin letur upp fríggjadagin 12. Februar kl 15.00. Edith til staðar frá kl 15.00 til 17.30 til prát um verkini, grafikktøkni, verkstovurnar, útgerð og vørurnar sum LITBRIGDI umboðar.

(Tilmelding ikki neyðug)

Møguleiki er at keypa kaffi og okkurt gott inni í Piddasahandli og njóta tað inni í Gallarínum.


VIKA 7. á Ribarhúsloftinum

GELPRENT Verkstova "fyri byrjarar og roynd".

Á verkstovuni arbeiða vit í 3 tímar við at gelprenta. Vit taka mynstur og formar úr gerðandislutum, hondarbeiðstilfari og náttúruni inn í myndevnini.

Alt stendur klárt til tín tá ið tú møtir so sum amboð, plátur, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír og 6 hágóðsku prentørk.

Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.

Verkstovan verur tillagað luttakarunum.

Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.

Ver í arbeiðsklæðum.

(Tilmelding er neyðug)

LUTTAKARAGJALD 600,-


VIKA 8. á Ribarhúsloftinum

HÁPRENT Verkstova "fyri byrjarar og roynd"

Á verkstovuni arbeiða vit í 3 tímar við háprenti. Vit skera í ymiskt tilfar, so sum Linolium, Speedy-carve, Speedy-cut og Speedy-cut easy.

Vit royna pressuteknikkir við pressu, baren og b-pressu.

Alt stendur klárt til tín tá ið tú møtir so sum amboð, tilfar, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír og 6 hágóðsku prentørk.

Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.

Kaffi, te, og okkurt afturvið fæst í steðginum.

Verkstovan verur tillagað luttakarunum.

Ver í arbeiðsklæðum.

(Tilmelding er neyðug)

LUTTAKARAGJALD 600,-


VIKA 9. á Ribarhúsloftinum

KLÆÐISPRENT Verkstova "fyri byrjarar og roynd".

Á verkstovuni arbeiða vit í 4 tímar við háprent á klæði. Vit skera Speedy-carve blokkar og prenta við "Caligo Safe Wash" Relief svertum.

Alt stendur klárt til tín, tá tú møtir so sum amboð, tilfar, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír, klæði og berinet at prenta á.

Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.

Kaffi, te og ein lættur biti fæst í náttverðasteðginum.

Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.

Ver í arbeiðsklæðum.

(Tilmelding er neyðug)

LUTTAKARAGJALD 800,-