🇫🇴 MÁLI Verkstova fyri óroynd vaksin (Septembur´21)

MÁLI Verkstova / fyri ÓROYND VAKSIN

Undirvísari: Edith Mørkøre


Kundi tú hugsa tær at roynt okkurt nýtt? Og kundi tú hugsa tær at lært  at mála ein málning av einum húsi 🏠, sum merkir nakað serligt fyri teg ?

So er henda verkstovan nakað fyri teg!


Á verkstovuni lærir tú:
* Grundleggjandi litlæru.
* At mála við kunstnara akryl máling.
* At rokna og nýta rimastriku háttin í arbeiðinum.
* At arbeiða við ljósum og myrkum litbrøgdum fyri at fáa djúpd og dynamikk í málningin.


Alt stendur klárt til tín, tá ið tú møtir. Bæði staffeli, málipláta og lørift at mála á, penslar, Cranfield Spectrum Acrylics máling, óavmarkað royndarpappír, kol, blýantar og amboð at rokna rimarnar út við.


Tað eru í mesta lagi 5 luttakarar á hvørjari verkstovu. ”So talan er hópin av ein/ein undirvísing".


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Verkstovan verður tillagaðar luttakarunum.


Kaffi/te, frugt og okkurt søtt fæst í steðginum.


Ver í arbeiðsklæðum.


Longd

3 tímar.


Kostnaður

600,- DDK


Stað

Atelierið

Ovaragøta 48.kj.

Hoyvík

Fríggjadagin 10. Septembur frá kl 10.00 til 13.00
Mánadagin 13. Septembur frá kl 13.00 til 16.00
 
 
 
 
 
 

TILMELDA VERKSTOVU