Kreatitvt Grafikk-vikuskiftið (Monotypi) í Tórshavn ( 14.-15. jan´22)

Stað

Kvøldskúlin

J. H. Schrøtersgøta 1

Tórshavn

Kostnaður

450,- DDK

Tíð

Fríggjadagin 14. jan.´22 frá kl. 16:00 ­ til 19:05 og Leygardagin 15. jan.´22 kl. 14:00 ­ 17:05.

Tilmelda á leinkju her👇

https://www.kvoldskulin.fo/courses/660


Kreativt GAFIKK-vikuskiftið

"í Tórshavn".


Á verkstovuni arbeiða vit við monotypi og prenti.


Vit arbeiða stig fyri stig frá tí heilt einfalda til tað meiri krevjandi. Vit taka mynstur úr náttúruni, gerandisdegnum og ítrivsheiminum inn í myndaevnini. Vit styrkja um litvitan í verki og finna fram til litir í løgum, heldur enn at blanda fram litirnar. 


Øll amboð og alt tilfar, sum luttakararnir brúka í arbeiðinum á verkstovuni, standa klár frá byrjan tvs. gel-plátur, amboð, svertur í fleiri litum og óavmarkað royndarpappír.

Tó kunna fleiri hágóðskuprentørk keypast á verkstovuni. 


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.


Ver í arbeiðsklæðum.


(Tilmelding er neyðug)



"Verkstovan er samstarv millum LITBRIGDI og Kvøldskúlan í Tórshavnar Kommunu."