KLÆDNAPRENT-Vikuskiftið í Tórshavn (4.-5. feb´22)

Stað

Kvøldskúlin

J. H. Schrøtersgøta 1

Tórshavn

Kostnaður

450,- DDK

Tíð

Fríggjadagin 4. feb´22 frá kl. 16:00 ­ til 19:05 og leygardagin 5. feb´22 kl. 14:00 ­ 17:05.

Tilmelda á leinkju her👇

https://www.kvoldskulin.fo/courses/662


KLÆDNAPRENT Vikuskiftið

"í Tórshavn".


Á verkstovuni skera vit í ymiskt tilfar, prenta og stempla á klæði. 


Øll amboð og alt tilfar, sum luttakararnir brúka í arbeiðinum á verkstovuni, standa klár frá byrjan t.v.s. skurðtilfar, amboð, svertur í fleiri litum, royndarklæði, tvey berinet og óavmarkað royndarpappír.


Luttakarin hevur eisini sjálvur klæði við, sum prentað verður á. Tað kan til dømis vera ym. pløgg so sum, t-shirt, skjúrtu, seingjaklæðir o.a... "brúkt sum nýtt".


Tó kann meturvøra, berinet og hágóðskuprentørk at prenta á eisini keypast á verkstovuni.


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.


Ver í arbeiðsklæðum.


(Tilmelding er neyðug)


"Verkstovan er samstarv millum LITBRIGDI og Kvøldskúlan í Tórshavnar Kommunu"