PRENT-Leygardagur á Fossanesi (Feb.´22)

Stað

Skúlin á Fossanesi

Norðdepil

Kostnaður

500,- DDK

Tíð

12. Februar frá kl 11.00 til kl 17.00

TILMELDA VERKSTOVU

Ring 25 32 63


PRENT Leygardagur

"á Fossanesi".


Á verkstovuni skera vit í ymiskt tilfar, prenta og stempla á pappír og klæði. 


Øll amboð og alt tilfar, sum luttakararnir brúka í arbeiðinum á verkstovuni, standa klár frá byrjan t.v.s. skurðtilfar, amboð, svertur til pappír og klæði í fleiri litum, hágóðskuprentørk,  berinet royndarklæði og óavmarkað royndarpappír.


Luttakarirnir eru eisini sjálvur vælkomnir til at hava klæði við at prenta á. Tað kan til dømis vera ym. so sum, t-shirt, skjúrtu, seingjaklæðir o.a... "brúkt sum nýtt".


Undir verkstovuni er eisini møguligt at keypa meturvøru, berinet og hágóðskuprentørk og rakkukamar til verkini.


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.


Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum, men hav ein lættan frokostmatpakka við sjálv/ur.


Ver í arbeiðsklæðum.


(Tilmelding er neyðug)


"Verkstovan er samstarv millum LITBRIGDI og Kvøldskúlan í Hvannasunds Kommunu"