🍂 Heyst NÁTTÚRUPRENT Verkstova
Hósdagin 20. Oktobur frá kl 10.00 til 12.00 / Vaksin 18ár+ (400,-) / "1 PLÁSS TØKT"
Eg ynski at fáa boð tá ið nýggjar tíðir innan Náttúruprent koma á skránna.
 
 
 
 
 
 

TILMELDA VERKSTOVU


🍂 Heyst 🍂

NÁTTÚRUPRENT VERKSTOVA

Verkstovan er ætlað óroyndum, byrjarum og royndum.


Á verkstovunum arbeiða vit við at prenta blómur og vøkstur sum tú sjálv/sjálvur hevur við á verkstovuna. Til dømis blómur og vøkstur úr egnum hava ella úr haganum.


Alt stendur klárt til tín tá ið tú møtir so sum amboð, plátur, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír og 6 hágóðsku prentørk.


Verkstovurnar eru gerandisdagar í 2 tímar.


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.


Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.


Ver í arbeiðsklæðum.

Kostnaður

400,- DDK

Stað

Atelierið

Ovaragøta 48 kj.

188 Hoyvík