HÁPRENT Verkstova í Fuglafirði. (Mars´22)

TILMELDA HÁPRENT Verkstovu í Fuglafirði


"OBS: Verkstovan 21. mars (Fyri UNG 10ár+ & VAKSIN) er flutt til 23. mars frá kl 15.00 til 18.00 í staðin👇
Týsdag 22. mars. kl 15.00 til 18.00 (Fyri VAKSIN 15ár+) / 600,- "3 PLÁSS TØK"
Mikumorgun 23. mars. kl 10.00 til 13.00 (Fyri VAKSIN 15ár+) "FULLTEKNA"
Mikudag 23. mars. kl 15.00 til 18.00 (Fyri UNG 10ár+ & VAKSIN) / (AVLÝST)
 
 
 
 
 
 

HÁPRENT Verkstova

Í Fuglafirði

"Verkstovan er ætlað byrjarum og royndum"


Á verkstovuni arbeiða vit í 3 tímar við háprenti. Vit skera í ymiskt tilfar, so sum Linolium, Speedy-carve, Speedy-cut og Speedy-cut easy.


Vit royna pressuteknikkir við pressu, B-pressu baren og skei.


Alt stendur klárt til tín tá ið tú møtir so sum amboð, tilfar, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír og 6 hágóðsku prentørk.


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Kaffi, te, og okkurt afturvið fæst í steðginum.


Verkstovan verður tillagað luttakarunum.


Ver í arbeiðsklæðum og tú ert vælkomin at hava egin myndaevnir við sum íblástur til tíni prent.


(Tilmelding er neyðug)



Kostnaður

600,- DDK

Stað

Ribarhús

í Støð 14

530 Fuglafjørður