HÁPRENT Verkstova "Fyri óroynd og byrjarar"

TILMELDA VERKSTOVU


Hósdagin 2. Mars frá kl 13.00 til 15.00 "3 PLÁSS TØK"
Eg ynski at fáa boð um so er at nýggjar HÁPRENT Verkstovur koma á skránna"
 
 
 
 
 
 

HÁPRENT Verkstova

Fyri óroynd og byrjarar.


Á verkstovuni arbeiða vit í 2 tímar við háprenti. Vit skera í ymiskt tilfar, so sum Linolium, Speedy-carve, Speedy-cut og Speedy-cut easy.

Vit royna pressuteknikkir við pressu, B-pressu og baren.


Alt stendur klárt til tykkum tá ið tit møta so sum amboð, plátur, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír og 6 hágóðsku prentørk.


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.


Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.


Ver í arbeiðsklæðum.


Kostnaður

400,-

Stað

Atelierið

Ovaragøta 48 kj.

188 Hoyvík