GELPRENT-Leygardagur á Fossanesi (Feb´22)

Stað

Skúlin á Fossanesi

Norðdepil

Kostnaður

450,- DDK

Tíð

26. Februar frá kl 13.00 til kl 17.00

TILMELDA VERKSTOVU

Ring 25 32 63


GELPRENT Leygardagur

"á Fossanesi".


Á verkstovuni arbeiða vit við monotypi og prenti.


Vit arbeiða stig fyri stig frá tí heilt einfalda til tað meiri krevjandi. Vit taka mynstur úr náttúruni, gerandisdegnum og ítrivsheiminum inn í myndaevnini. Vit styrkja um litvitan í verki og finna fram til litir í løgum, heldur enn at blanda fram litirnar. 


Øll amboð og alt tilfar, sum luttakararnir brúka í arbeiðinum á verkstovuni, standa klár frá byrjan tvs. plátur, amboð, svertur í fleiri litum og óavmarkað royndarpappír.


Tó kunna fleiri hágóðskuprentørk keypast á verkstovuni. 


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.


Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.


Ver í arbeiðsklæðum.


(Tilmelding er neyðug)



"Verkstovan er samstarv millum LITBRIGDI og Kvøldskúlan í Hvannasunds Kommunu."