DJÚPPRENT Verkstova í Fuglafirði / "PRENTVIKURNAR"

TILMELDA DJÙPPRENT Verkstovu í Fuglafirði


Mánadag 28. mars. kl 16.00 til 19.00 / 700,- "8 PLÁSS TØK"
Eg ynski at fáa boð tá ið nýggjar Verkstovur fyri UNG koma á skránna"
 
 
 
 
 
 

DJÚPPRENT Verkstova

v/Carborundum Gel

Í Fuglafirði

"Verkstovan er ætlað byrjarum og royndum"


Á verkstovuni arbeiða vit í 3 tímar við djúpprenti við Carborundum Gel.


Alt tað tú hevur brúk fyri stendur klárt til tín, so sum amboð, plátur, Carborundum gel medium, mesh, squigy, prentsvertur, royndarprentpappír og 6 hágóðsku prentørk.


Vit arbeiða saman stig fyri stig og prenta við pressu og Pin-pressu.


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.


Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.


Ver í arbeiðsklæðum og tú ert vælkomin at hava egin myndaevnir við sum íblástur til tíni prent.



(Tilmelding er neyðug)

Kostnaður

700,- DDK

Stað

Ribarhús

í Støð 14

530 Fuglafjørður