STØKK-UPP / NÁTTÚRUPRENT Verkstova í Finsen / PV´24

TILMELDA / Mikudagin 27. mars kl 12.00 til 14.00

 
 
 
 

STØKK-UPP

NÁTTÚRUPRENT Verkstova

í Finsen


Á verkstovunui frá klokkan 12.00 til 14.00 arbeiða vit við at prenta blómur og vøkstur sum sum vit finna uttandura ella sum tú sjálv/sjálvur hevur við á verkstovuna.


Alt stendur klárt til tykkum tá ið tit møta so sum amboð, plátur, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír.


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.


* Luttakari yngri enn 9 ár skullu luttaka saman við vaksnum 15 ár+.


Ver í arbeiðsklæðum.


Kostnaður

200,- fyri hvønn. / +keyp av hágóðskupappíri.

* Goldið verður á staðnum

Stað

Finsen Lonin

"Inngongd í tunellini við Niels Finsens Gøtu"