STØKK UPP / GELPRENT Verkstova í Finsen / PV´24

Mikudagin 27. mars kl 9.30 til 11.30

HENDAN VERKSTOVAN ER FULTEKNA.

Royn eina av hinum verkstovunum

STØKK-UPP

GELPRENT Verkstova í Finsen


Á verkstovuni frá klokkan 9.30 til 11.30 arbeiða vit við at gelprenta.


Vit arbeiða við at prenta myndir.


Vit klippa og taka mynstur og formar úr m.a. gerðandislutum inn í myndevnini.


Alt stendur klárt til tín tá ið tú møtir so sum amboð, plátur, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír.


Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.


Ver í arbeiðsklæðum.


Verkstovan verður tillagað luttakarunum.


* Luttakari yngri enn 9 ár skullu luttaka saman við vaksnum 15 ár+.


Kostnaður

200,- fyri hvønn. / +keyp av hágóðskupappíri og kortum.

Goldið verður á staðnum

Stað

Finsen Lonin

"Inngongd í tunellini við Niels Finsens Gøtu"